Á búskaparbreytini fara næmingar javnan á virkisvitjanir. 17M, ið er flokkur á 1. árið á búskaparbreytini, varð á virkisvitjan í Eysturoy 23. apríl. Vitja varð hjá KJ Hydraulik, JT Electric og Vónini.

Talan er um nakrar av mest innovativu framleiðslufyritøkunum í landinum, sum samstundis eisini grunda stóran part av virksemi sínum á útflutning.

KJ Hydraulig, JT Electric og Vónin eru sonevndar B2B fyritøkur (Business-to-Business), sum selja vørur og tænastur til aðrar fyritøkur og ikki til endaliga brúkaran.

Vit hugsaðu, at tað er eitt gott hugskot, at næmingarnar sleppa á gátt hjá slíkum B2B fyritøkum, sum tey ikki hoyra um dagliga.

Næmingarnir fyrireikaðu vitjanina væl, og skulu skriva og lata inn eina uppgávu um fyritøkurnar, umframt at tey skulu gera eina framløgu. Næmingarnir eru býttir í bólkar, sum serliga koma at hugsavna seg um eina av teimum trimum fyritøkunum.

Steinbjørn í Dali, lærari í virkisbúskapi, og Regin Hammer, lærari í sølubúskapi, fyriskipaðu vitjanina.