Fyrsti vísindaklubbin í Føroyum hevur verið á Glasi í heyst, og 9. desembur varð skipað fyri hugnaløtu, har luttakarar og mentorar fingu handað diplomir.
12 børn í 4. til 6. flokk hava gingið í vísindaklubbanum, sum var um evnafrøði. Áhugin hevur verið ovurstórur, tí yvir 50 børn stóðu á bíðilista til hetta holdið.
Ætlanin er, at vísindaklubbur aftur er á Glasi næsta heyst, og at 2 ella 3 hold vera tá. Meiri verður at frætta um hetta komandi ár.
Brynjálvur I. Johansen, undirvísari á Glasi, er samskipari av vísindaklubbanum, og á hugnaløtuni handaði hann luttakarum og mentorum diplom. Vísindaklubbin er skipaður soleiðis, at hvørt hold hevur nakrar senior mentorar, sum eru næmingar á miðnámi, og nakrar junior mentorar, sum eru næmingar í eldri flokkum í fólkaskúlanum. Tey, sum hava verið mentorar hesa ferð, vóru:
- Tóri Zachariasen, senior mentorur
- Silja Heinesen, senior mentorur
- Sigvaldur Bláberg, senior mentorur
- Lucia Sødergren, senior mentorur
- Bjarni Heinason, junior mentorur
- Elian Charlesson, junior mentorur
Hesi fingu diplom sum váttan fyri, at tey hava verið mentorar á vísindaklubbanum. Ein slík váttan er partur av lívsrenslinum hjá viðkomandi og í so máta virðismikil, tí hetta kann telja sum góðar royndir seinni í lívinum.
Vísindaklubbin á Glasi er eitt samstarv millum Glasir og Videnskabsklubben í Danmark. Videnskabsklubben hevur nøkur ár á baki sum frítíðarítriv hjá donskum børnum, og nú eisini føroyskum børnum.
Les meira um Videnskabsklubben á videnskabsklubben.dk.



