Eftir heystfrítíðina byrjaði Vísindaklubbin á Glasi. Vísindaklubbin er eitt samstarv millum Glasir og Videnskabsklubben í Danmark.
Endamálið við vísindaklubbanum er at fremja áhuga og forstáilsi fyri náttúruvísund hjá børnum og ungum við stuttligum, samansjóðandi aktivitetum.
Vísindaklubbin er í fyrstu atløgu í evnafrøði. Klubbin er fyri børn í 4. til 6. flokki. Pláss er fyri 12 børnum í klubbanum. Áhugin hevur verið ovurstórur og gott og væl 50 børn stóðu á bíðilista.
Undirvísarar á vísindaklubbanum á Glasi eru miðnámsnæmingar á Glasi, sum hava førleikament seg til at leiða vísindaklubban. Hesi eru:
- Tóri Zachariasen
- Silja Heinesen
- Sigvaldur Bláberg
- Lucia Sødergren
Vísindaklubbin heldur fram til í byrjanini av desembur. Niðanfyri eru nakrar myndir frá teimum fyrstu ferðunum, sum vísindaklubbur hevur verið.
Les meira um Videnskabsklubben á videnskabsklubben.dk.
Heinta eisini ein faldara um Vísindaklubban her.