Fríggjadagin 29. okt. kl. 16.00 kemur stjórin á Sjókovanum, Unn Laksá, á gátt hjá okkum á Glasi at greiða frá hesum nýggja og forvitnisliga granskingarstovni.

Í Januar 2020 setti Unn Laksá seg í samband við nakrar av teimum stórstu fiskivinnu fyritøkunum í Føroyum, við tí fyri eyga at byrja eitt samstarv. Endamálið við samstarvinum var, at byrja ein sjálvstøðugan og ikki-vinnuligan granskingargrunn, við høvuðsdenti á burðardyggari menning og nýskapan innan sjófeingisvinnurnar. Samskiftið gekk væl og longu tveir mánaðir seinni varð Sjókovin settur á stovn av Syntesa, Christian í Grótinum, Varðanum, Framherja og Hiddenfjord. Í farnu viku fekk Sjókovin saman við Nám virðisløn í kappingini um besta undirvísingartilfar í Evropa fyri talgilda tilfarið “Sjófeingið”.

Framløgan verður í høli 105 kl. 16.00 og varar uml. 30-45 min

Aftaná verður “5’arin” 🙂