Hóast onnur lond stríðast við at fáa fólk í læru, eru tað nógv ung í Føroyum, ið velja at fáa sær eina yrkisútbúgving. Ein av orsøkunum til góðu gongdina, er sambært vararektaranum á Glasi, Magna á Lakjuni, virðingin fyri handverki og fakligum førleikum í Føroyum

“Yrkisnám í Føroyum er ein sólskinssøga. Vit hava eitt sera høgt tal av ungum fólkum, sum velja at fara í læru. Samanbera vit okkum við Danmark, hava tey ein stóran trupulleika við at fáa fólk í læru, serliga í handverksvinnuni.” Hetta sigur Magni á Lakjuni, vararektari á Glasi, í samrøðu við Dimmalætting.

Her vísir hann á, at seinastu seks árini eru oman fyri 350 lærlingasáttmálar gjørdir um árið í Føroyum. Hetta er sera høgt, tá havt verður í huga, at tað verða fødd millum 600-700 børn um árið. Tveir triðingar av føroysku lærlingunum ganga í skúla í Føroyum og ein triðingur í Danmark.

Orsøkina til hesa góðu gongdina metir Magni á Lakjuni vera fleiri, m.a. hugburðurin til yrkisfakini.

“Vit hava ein sunnan hugburð í Føroyum, sum virðismetir handverkarar og fakligar førleikar í mun til aðrastaðni, har tað kanska verður sæð eitt sindur niður á tær handaligu útbúgvingarnar,” sigur hann við Dimmalætting.

Hann heldur eisini, at endamálið við at gera nýggja skúlan í Margnagili, har lærlingar og næmingar eru undir sama taki, er eydnast.

“Fyrr høvdu ung fólk ein tendens at søkja sama skúla sum vinfólkini, hóast ein kanska heldur vildi okkurt annað. Við Glasi er tann trupuleikin loystur. Tað er sera positivt, at ein næmingur á hugbreyt sær inn til tey á bildeildini, og ein á búskaparbret sær inn á hárdeildina. Klokkan 12 eta tey ein døgurðabita saman og síggjast annars gjøgnum dagin. Hetta hevur stóran týdning fyri serliga tey ungu – og er eisini gott fyri virðingina tvørtur um breytir og útbúgvingar,” sigur Magni á Lakjuni við Dimmalætting.

Tað eru átta ár síðani, at Glasir lat upp. Magni á Lakjuni vísir á, at umstøðurnar á Glasi hjá yrkisnámi eru framúr góðar við verkstøðum og undirvísingarhølum. Hóast hetta, so er plásstrot, men tað er ein avleiðing av einum positivum trupulleika, at tað eru nógvir lærlingar.

Tað eru vinnan og samfelagið, sum skulu vísa á tørvin fyri nýggjum yrkisútbúgvingum. Eitt, sum tó er á breddanum, er grøna orkuskiftið. Vaksandi talið av elbilum ávirkar beinleiðis bilbreytina. Eisini ymiskar orkuskipanir innan smiðju- og maskinøkið eru komnar hesu seinnu árini, sum yrkisútbúgvingar á hesum økjum mugu laga seg til. Orkuskiftið fevnir eisini um t.d. timburbreytina og el-breytina.

Til ber at lesa alla samrøðuna við Magna á Lakjuni á leinkinum niðanfyri.

https://dimma.fo/bladid/893b03c0-42f7-47e9-8364-a5add897dc27