Fríggjadagin var prógvhandan og móttøka á Glasi, har 10 lesandi fingu prógv sum diplomleiðarar í leiðslu.
Útbúgvingin tekur 2½ ár, telur 60 ECTS stig og er á Bachelor stigi. Vit ynskja teimum 10, sum síggjast á myndini niðanfyri, hjartaliga til lukku við prógvinum.
Á myndini eru: Tóri Jacobsen, Ruth av Fløtum, Katrin Jespersen, John Erik Hansen, Ólavur Olsen, Eirikur Skála og Andrea Petursdóttir
Á myndini vænta Elin Ludvig, Elisabeth Akursmørk og Bergur Rask Olsen.