Fyrsta umfar í árliga støddfrøðikappingin, Georg Mohr, hevur júst verið, og aftur í ár hava næmingar á Glasi luttikið.

Georg Mohr er donsk støddfrøðikapping, sum er høgt í metum, og sum hevur verið á skrá síðani 1991. Kappingin er samstundis undankapping fyri at sleppa við til HM í støddfrøði.

Tað krevst 10 stig ella meiri í innleiðandi kappingini fyri at fáa diplom, og hetta megnaðu heili 11 næmingar á Glasi.

Hesi vóru:

  • William Klevang Eikhólm
  • Meinhard Ferjá Hansen
  • Josva Baadsager
  • Brynja Johnsdóttir Reinert
  • Eyðun Jákupsson Tausen
  • Gunnvá Winther
  • Krista Ennistein Holm
  • Áki Ingason
  • Marius Danielsen
  • Bjarki Johannessen
  • Daniel Leitisstein Olsen

8 av hesum 11 fingu 12 ella fleiri stig, og eru tískil farin víðari til 2. umfar, sum verður í januar mánaði.

Hesi eru:

  • William Klevang Eikhólm
  • Meinhard Ferjá Hansen
  • Brynja Johnsdóttir Reinert
  • Gunnvá Winther
  • Áki Ingason
  • Marius Danielsen
  • Bjarki Johannessen
  • Daniel Leitisstein Olsen

Á felagsmyndini mangla Josva Baadsager, Eyðun Jákupsson Tausen og Krista Ennistein Holm.

Vit ynskja øllum tykkum hjartaliga tillukku við innsatsinum og úrslitinum.