Ein dómsnevnd hevur skoðað allar sáttmálarnar, sum fyrstuflokkarnir gjørdu í sambandi við skúlaársbyrjan, og kundi fegnast um teir mongu prýðiligu, stuttligu og fittligu sáttmálarnar, sum næmingar hava skrivað, teknað, klipt og sett saman til plakatir. Burtur úr mongdini hevur nevndin valt tríggjar teir bestu: Á triðja plássi er litríki sáttmálin hjá 19ð, har vegurin til gott samanhald verður lýstur. Á øðrum plássi er avrikið hjá 19Z, ið hongur væl saman, umframt at tað er snøgt. Vinnarin er 19a, sum hevur gjørt ein sáttmála við greiðum samanhangi millum form og innihald: VIÐ GÓÐUM SAMANHALDI LYFTA VIT HVØNN ANNAN UPP stendur ovast á plakatini, og so eru góð lyfti skrivað á ballónirnar um m.a. at virða hvønn annan, sum toga allan flokkin upp.
Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.