21 prógv á diplomútbúgving í leiðslu

4. mars 2020

13. februar var móttøka og próvhandan á Glasi, í samband við at 21 lesandi hava lokið prógv á Diplomútbúgving í leiðslu.
Diplomútbúgving í leiðslu er partíðarútbúgving. Tey lesandi starvast sum leiðarar bæði í almennu og privatu vinnuni.
Útbúgvingin leggur dent á leiðslu hjá tí lesandi og gevur møguleika at menna leiðsluførleikar við at sameina innlit í ástøði og leiðslu. Við Diplomútbúgving í leiðslu fært tú eina førleikagevandi altjóða góðkenda útbúgving á 60 ECTS og er javnsett við bachelor útbúgvingar