So er Nordplus-delegatiónin úr 21a aftur á ferð! Hesuferð eru vit gestir á Færder Videregående Skole í Tønsberg í Noregi. Vit arbeiða hesuferð við heimsmáli 15, sum er lívið á landi. Vit fara m.a. at arbeiða í bólkum, vitja virkir og mentanarstovnar, og so eru vit ein partur av norðurlendskum flokki saman við næmingum úr Noregi, Svøriki, Danmark og Føroym. Færder er ein stórur skúli við ymiskum breytum, sum í so máta kann minna um Glasir, við at tey, umframt gymnasialt miðnám, hava fleiri yrkirleiðir og vasknaútbúgvingar. Skúlin er frá 2014 og hýsir uml. 700 næmingum. Skúlin leggur dent á burðardygd, m.a. við at vísa á grønar loysnir. T.d. hava tey eina sólsellupark á takinum. Vitjanirnar og verkætlanin bera eisini brá av hesum, m.a. vitjaðu vit tann fyrsta dagin eitt hava vit í dag, annan dagin, vitjað Den Magiske Fabriken, sum endurvinnur matburturkast, og Revac, sum er endurnýtslustøð fyri el-lutir. Tønsberg er elsti býur í Noregi, og hevur eina langa og áhugaverda søgu, m.a. spor úr víkingatíðini. Eisini er talvúrmælingurin, Magnus Carlsen, føddur í Tønsberg. Vitjanin er eitt samstarv millum 4 norðurlond, Norden for Verden. Til ber at fylgja við á Instagram: nordenforverden og á heimasíðuni hjá Glasi.
Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.