14 flokkar á Glasi hava í farnu viku verið á námsferð. Teirra millum 23p, sum var í Kraków í Póllandi. Tey hava skrivað niðanfyri ferðabræv frá ferðini.
Kraków er ein ordiliga flottur og hugnaligur býur, ið er tryggur og góður at ferðast í. Tað er lætt at koyra runt við sporvogni, toki og bussi. Maturin var góður og dúgvurnar vakrar.
Vit vitjaðu m.a. feita og salta saltnámið Wieliczka (søguliga ein súla undir ríkidøminum í Póllandi), har man slapp at sleikja alt uttan ferðaleiðaran. Annars vóru sera dugnaligir ferðaleiðarar ísv. jødiska býarpartin/ghettoina og idealbýarpartin Nowa Huta frá kommunistatíðini. Tey greiddu frá um Pólland í eldri tíð, undir seinna seinna heimsbardaga, undir kalda krígnum og áleikandi kjak í nútíðini.
Vit sóu støð, har filmurin “Schindlers list” varð filmaður og vóru upplýsandi ferð til Auschwitz/Birkenau; tað var ræðuligt at síggja. Ein annan dag hitti – sera forkunnugt – ein okkara av tilvild eina konu, ið yvirlivdi Birkenau-týningarleguna (eitt av “eksperimentbørnunum” hjá Mengele) og greiddi frá um tað!
Vit hava gingið eina asins rúgvu, og nógv hava blørur á fótunum, ella eru bara meira ella minni brotnað. Handilslívið var sprøklut, har vit vóru í minst 80 handlum við tinganestum (keypt blivu m.a. turrikløð til føroysk klæðir, blá talv og miniaturebrillur).
Vit hava havt undanvind bæði so og so; alt hevur gingið væl, og tað hevur verið so hugnaligt at verið saman. Vit eru komin at kenna hvønn annan nógv betur.
Do zobaczenia wkrótce – hittast skjótt 😊