Týsdagin 5. desember hátíðarhelt Glasir 25-ára starvsdag fyri hesi starvsfólk (frá vinstru í bólkamyndini).

  • Annie Fjallsá
  • Edith á Løgmannsbø
  • Finn Jensen
  • Sólrun Djurhuus
  • Alex Ocampo

Hesi fimm hava verið knýtt at antin Tekniska Skúla, Handilsskúlanum ella Studentaskúlanum í Hoydølum, sum síðani eru lagdir saman til Glasir.

Skipað varð fyri hátíðarhaldi í sambandi við merkisdagin, har starvsfelagar og avvarðandi vórðu komin at hátíðarhalda Annie, Alex, Edith, Finn og Sólrun. Røður vórðu hildnar og eisini var tónleikainnslag á skránni.

Una Joensen, rektari á Glasi, hugleiddi um, at m.a. Google og Pokemon komu fram fyri 25 árum síðani, samstundis sum omanfyri nevndu fólk byrjaðu í teirra starvi. So skjótt ganga 25 ár.

Niðanfyri eru myndir frá hátíðarhaldinum. Vit ynskja øllum hjartaliga tillukku við 25-ára starvsdegnum.