STUTTSØGUKAPPINGIN 2022: 46 SØGUR KOMU INN
46 stuttsøgur eru komnar inn til kappingina í ár og nú fer dómsnevndin undir at lesa tær og velja vinnararnar. Vinnararnir verða eftir ætlan kunngjørdir síðst í november.
Dómsnevndin, sum er mannað við lærarum og rithøvundum, fer nú til verka at lesa og meta um innkomnu søgurnar. Vinnararnir verða eftir ætlan kunngjørdir síðst í november. Heldur dómsnevndin tó ikki tær innkomnu stuttsøgurnar vera virðislønarverdar, tilskilar hon sær rætt til ikki at lata virðislønirnar.
Um spurningar eru, ber til at venda sær til nevndina. Í nevndini sita: Malan Poulsen, Paula Gaard, Sámal Soll, Margreta Knudsen og Signa Joensen.