Týsdagin 1. mars 2022, stóðu hesir lærlingar innan hárfríðkan sveinaroyndina á Glasi.
Sveinaroyndin hevur verið yvir tveir dagar, har lærlingarnir hava verið ígjøgnum 10 ymiskar lærugreinar innan fakið hárfríðkan. Seinastu lærugreinarnar vóru Langthársfrisering og Kvøldmakeup. Í myndasavninum niðast síggjast tær saman við modellunum, sum tær hava gjørt.
Tær sum hava staðið sveinaroyndini innan hárfríðkan eru hesar.
Bodil Melchior Hansen – sum hevur staðið í læru hjá Køtlum Hárfríðkan
Erika S.M. Mørkøre – sum hevur staðið í læru hjá Salong Annika
Kristbjørg Skibenæs Nesste – sum hevur staðið í læru hjá Hárpríði
Linda Davidsen – sum hevur staðið í læru hjá Hárpríði
Maria Káradóttir Hansen – sum hevur staðið í læru hjá Salong Halda
Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við sveinaroyndini.