Tað er ikki á hvørjum degi, at 50 nýggir sveinar fáa prógv og eru til reiðar at fara undir sína yrkisleið og ríka samfelag okkara við fakligu førleikum og virkishugi teirra.
Fríggjadagin 26. mars 2021 var stór hátíðarløta á Glasi, tá ið 50 lærlingar fingu handað prógv. Teir 50 lærlingarnir hava staðið sveinaroynd innan yrkini el, maskinsmíð, rørsmíð, plátu- og konstruktiónssmíð, húsasmíð og hárfríðkan.
Á leinkinum her síggjast myndir av øllum sveinunum. Niðanfyri eru nakrar myndir frá hátíðarløtuni. Vit ynskja teimum 5o hjartaliga til lukku og takka fyri tíðina á Glasi.