26. juni var prógvhandan á Hægri Nám á Glasi, har 58 lesandi fingu prógv fyri lokna útbúgving. Hesi vóru:

  • Byggifrøði 22
  • Tænastubúskapur 8
  • Fíggjarbúskapur 6
  • HD fyrri partur 16
  • Diplomútbúgving í leiðslu 3
  • AÚ Fíggjarlig ráðgeving 3

Byggifrøði, Tænastubúskapur og Fíggjarbúskapur eru fulltíðar útbúgvingar, meðan HD, DLÚ og AÚ er parttíðar lestur.

Í ár ber til at søkja inn á Marknaðarførslubúskap og Altjóða handil og marknaðarførslu, har nøkur fá pláss eru tøk enn.

Harafturat ber til at søkja inn á HD, AÚ og DLÚ, har umsóknarfreistin er til 15.august.

glasir.fo/mbu

Niðanfyri eru myndir frá prógvhandanini, sum Erla Rajani Ziskasen tók.