Enn ein hátíðardagur á Glasi. Í dag hava hesir 6 staðið sveinaroyndina innan timbur.
Tað vóru nøkur spent og glað avvarandi og starvsfelagir hjá teimum 6 lærlingunum, ið høvdu samlað seg í verkstovuni hjá timbur fyri at síggja úrslitið av sveinaroyndunum og at ynskja lærlingunum til lukku. Og meðan áhoyrarnir fingu okkurt leskiligt at eta og drekka, helt Kenneth B. Olsen, leiðari á Timbur, eina stutta røðu fyri lærlingunum, har hann minti lærlingarnar á týdningin av at ikki at verða bangin fyri at royna seg heldur enn at halda seg aftur. “Heldur angra okkurt, sum tú hevur roynt, enn at angra okkurt, sum tú ikki hevur roynt”.
Seinni í summar verður tann meira hábærsliga prógvhandanin við fanfaru og føroyskum búna.
Teir 6 lærlingar á høvuðsmyndini frá vinstru:
Arni Martinsson Tausen (staðið í læru hjá Articon)
Dánjal Akselsson Haraldsen (staðið i læru hjá Articon)
Hans Eihilt Sivertsen (staðið í læru hjá Eysturlon)
Hávar Patursson (staðið í læru hjá J. N. Smíð)
Kåre Hansen (staðið í læru hjá Bogi Hermansen)
Tóki á Rógvu Joensen (staðið í læru hjá Húsavarðatænastuni.)
Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku við sveinaroyndini