Í samband við altjóða roykfría dagin, 31. mai, varð kunngjørt, at Glasir verður ein roykfríur skúli. Avgerðin um hetta er tikin av samlaðu leiðsluni á Glasi eftir áheitan frá Fólkaheilsuráðnum.

Frá skúlaársbyrjan 2018 verður royking bannað á øllum økjum skúlans. Fyrsta árið verða tó atlit tikin til, at tað tekur tíð hjá fólki at leggja roykingina av. Hetta verður gjørt við, at roykiskúrur verður settur upp á matrikklinum. Hesin roykiskúrur verður bert standandi eitt ár. Frá august 2019 verður royking bannað á øllum matrikklinum.

Einasta staðið, loyvt er at roykja, er á økinum til høgru fyri inngongdina til bygning 700 á Glasi – gamla Handilsskúlan (sí kort):