Nú stundar skjótt til jóla, og seinasti undirvísingardagur á Glasi er tann 20. desember.

Ætlanin er at fyriskipa ein hugnaligan dag, har næmingar og starvsfólk møtast til vanliga undirvísing í 1. blokki, meðan restin av degnum fer  við  morgunmati, dansi um jólatræið, kórsangi, jólaevangeliið og mangt mangt annað. Jólamenn koma sjálvandi eisini á vitjan.

Øll eru vælkomin at hava børn og yngri systkin við til jólahugnan aftaná 1. blokk.

Tað verður spennandi, nú hetta verður fyrstu ferð jól skulu haldast á Glasi, at verða við til at leggja lunnar undir, hvussu nýggi bygningurin kann gerast so jólahugnaligur, sum gjørligt.

Skúlagongdin tann 20. desember er frá kl 8.10 til umleið kl 12.