60 LESANDI AFTURAT BYRJA FULLTÍÐARLESTUR AFTANÁ SUMMARFRÍTÍÐINA
Tríggir nýggir flokkar byrja á hægri námi á Glasi í summar. Útbúgvingarnar eru framleiðslutøkni, marknaðarførslubúskapur og innovatión & íverksetan. Í fjør byrjaðu tveir flokkar innan byggifrøði og fíggjarbúskap. Sostatt verða fimm flokkar við fulltíðarlesandi á Glasi komandi lestrarár.

PLÁSS FYRI FLEIRI
Hóast freistin at søkja varð sett til 1. juni, so eru nøkur pláss tøk enn. Til ber framvegis at søkja um upptøku á framleiðslutøkni, marknaðarførslubúskap og innovatión & íverksetan. Hetta kanst tú gera umvegis heimasíðuna – leinki sæst her.

PARTTÍÐARLESTUR Á GLASI
Afturat teimum fimm útbúgvingunum, sum eru skipaðar sum fulltíðarlestur, hevur Glasir eisini tríggjar parttíðarútbúgvingar. Hesar eru akademiútbúgvingin, HD og diplomútbúgving í leiðslu. Freistin at søkja inn á parttíðarlestur á Glasi er 15. august 2019.