Atrium á Glasi er karmur um stóra sangleikin Cabaret, sum verður frumsýndur 25. januar. Pláss er fyri 350 áskoðarum til hvørja sýning – og vit ætla ikki, at fólk skulu sita á betongtrappu í hálvanannan tíma. Tí hava vit tikið gamlar skúlastólar við úr Hoydølum, sum ikki eru í nýtslu longur, og tillagað teir til trappurnar í atrium-rúminum á Glasi, so hvør áskoðari fær ein forvitnisligan stól at sita á.

Atgongumerkjasølan er byrjað. Tríggjar tær fyrstu sýningarnar eru útseldar og tvær sýningar eru settar á afturat. Tú kanst keypa atgongumerki her.