Mánakvøldið 17. mars skipaðu Bókasavnið á Glasi og Bókadeildin fyri stórum útgávutiltaki í sambandi við, at nýggjasta bókin í røðini um hungursleikirnar kom út á føroyskum samstundis sum upprunaútgávan.
Vit byrjaðu kl. 17, tá Beinir Bergsson beyð vælkomin og hevði stutta heiðursrøðu fyri týðaranum Bergi Rasmussen, sum umframt mangt annað hevur týtt allar bøkurnar í røðini til føroyskt.
Sámal Soll helt síðani stuttan fyrilestur um dystopi í filmi og bókmentum, og eftir tað varð filmurin The Ballad of Songbirds and Snakes vístur.
Síðani vóru framførslur ymsastaðni í bygninginum. Gunnvá Zachariasen las upp á bókasavninum úr nýggju bókini, Kristina Halgaklett framførdi “eitursmonologin” úr Romeo og Juliu, og rithøvundur Rakel Helmsdal og ummælari Vón Holm Magnadóttir settu hvørji aðrari stevnu og lósu upp úr ávikavist føroysku dystopiini Dreymsótt og ummæli av bókini úr Varðanum.
Tiltakið endaði við filmssýning av fyrsta filminum í røðini um hungursleikirnar, og á midnátt kundu vit endiliga keypa okkum bókina Sólarris á heystingardegi og fáa týðaran at signera.
Tiltakið vardi í 8 tímar, so tað kom væl við, at ein flokkur á Glasi seldi grýturætt, og Glasir bjóðaði køku og kaffi.
Nú nakrir dagar eru lidnir, síðan bókin kom út, hevur hon longu fingið nógv og sera góð ummæli. Hetta sigur norski ummælarin Sarah Adekoya:
Soloppgang på arenaen, den nyeste boken i Hunger Games-universet, er brutal, hjerteskjærende og dypt engasjerende. Jeg – og alle fans – vet hvordan historien ender, men likevel treffer den som et slag i magen.”
Undir yvirskriftini “Jeg gråt som en baby” sigur hon:
“Soloppgang på arenaen ble skrevet som en advarsel. Det eneste jeg misliker med boken, er at jeg er redd for at den i stedet blir stående som en fasit.”
Bókasavnið á Glasi hevur allar fimm bøkurnar í røðini til útláns, umframt nógvar aðrar dystopiir, sum í løtuni standa frammi í einari framsýning.