Í hesum døgum luttaka 14 næmingar á Glasi í Nordplusverkætlanini ’Unges Engagement i Fællesskabet’ á Gladsaxe Gymnasium í Danmark.

Høvðusendamálið við verkætlanin er, at næmingarnir skapa og útinna tiltøk, ið økja um trivnaðin og menna felagsskapin millum næmingarnar á skúlunum.

Saman við næmingunum á Gladsaxe Gymnasium, skulu okkara næmingar skipa fyri einum cafékvøldi. Cafékvøldið verður hóskvøldið 3.apríl.

Hugskotini eru mong og fyrireikingin er byrjað. Spennandi verður at síggja, hvat tey borðreiða við.

Niðanfyri eru myndir frá verkstovum.