Eins og undanfarin ár skipar Glasir fyri fyrireikingarskeiði í støddfrøði til tey, sum kenna á sær, at støddfrøðin skal stimbrast, áðrenn tey byrja á Glasi eftir summarfrítíðina.
Endamálið við skeiðinum er at kveikja áhugan fyri støddfrøði hjá næmingum og er ætlað næmingum, sum byrja á miðnámi nú í summar 2026. Støðið er 9. flokk og markamótið til miðnám.
Meiri kunning um, nær skeiðið verður, kostnað og innihald verður at finna her í endanum av maimánaði.