Týsdagin 29. apríl fingu niðanfyri 6 húsasmiðir váttan fyri at hava staðið sveinaroynd.
Teir 6 eru frá vinstru á felagsmyndini omanfyri:
- Hans Terji Magnusarson
- Sjúrður Hoydal
- Andrias Suni Magnussen
- Jógvan Sigurd Eldevig
- Petur Jónsson Simonsen
- Hallur Mortensen
Sum siður er, so vant fyrsti sveinurin á degnum Merkið á stong. Tað var Hans Terji Magnusarson av Skælingi, sum hevur lært hjá sp/f Müller timburmeistara.
Niðanfyri eru nakrar myndir, tá Merkið varð vundið á stong, og tá húsasmiðirnir fingu skúlaváttan.