Tey, sum hava søkt inn á Fíggjarbúskap, hava í nú fingið fráboðan um upptøku. Komandi tvey árini koma tey at útbúgva seg innan banka, trygging, ognarsølu og búskap.
Fíggjarbúskapur hevur verið á Glasi (og Handilsskúlanum) síðani 2016, og vit fegnast um at byrja ein nýggjan flokk í ár. Fyrsti undirvísingardagur verður 25. august.
Um onkur hevur søkt á Fíggjarbúskap, men ikki hevur fingið fráboðan, er umráðandi, at viðkomandi setir set í samband við Hægri Nám á tlf. 78 66 63.