12. juni var húgvudagur á Serbreytini á Glasi. 8 næmingar hava lokið skúlagongd á breytini í ár.

Tey eru í myndini omanfyri.

Aftan frá vinstru: Jens Rikard Poulsen, Andrias Eynarsson Kjærbo, Jón Arni Jansson og Mikkjal Dahl Andersen.

Framman frá vinstru: Sólveig Asmita Hansen, Jann Tróndarsson Joensen, Astrid Skindbjerg Gullfoss og Helgi Barbá.

Lena og Niclas komu á gátt og settu serligan dám á hátíðarløtuna.

Hjartaliga til lukku øll og góða eydnu framyvir.

Niðanfyri er eitt videobrot frá hátíðarløtuni.