Nú er minni enn ein mánaður til, at fyrsta umfarið av Georg Mohr kappingini verður.

Georg Mohr kappingin er ein donsk støddfrøði kapping, sum er á hvørjum ári, har allir miðnámsskúlanæmingar í ríkinum kunnu luttaka. Í ár er fyrsta umfarið tann 23. november kl. 12 – 14.

Tað ber altíð til at spyrja undirvísarar í støddfrøði um sjálva kappingina, so royna vit so væl sum til ber at svara øllum ivamálum.

Í eini roynd at venja til kappingina, so verða Georg Mohr uppgávur javnan lagdar á servara hjá Mortan Janusarson Thomsen. Leinkjan er bert virkin í 7 dagar, men kann leingjast við at seta seg í samband við Mortan. Hesin servarin kann eisini brúkast til støddfrøði hjálp sum heild, eitt nú til lektiur.

Vit vilja fegin bjóða øllum, sum hava áhuga, at luttaka í kappingini.