Erlendur Háfoss, sum gongur á Glasi, hevur eins og í fjør luttikið í altjóða landafrøðikapping. Um mánaðarskiftið hevur hann luttikið í olympiadu í landafrøði.

Kappingin nevnist “International Geography Olympiad”, og er altjóða kapping fyri ung í landafrøði. Hon varð hildin 26. juli til 1. august í Bangkok í Tailandi, har ung úr øllum heiminum hittust.

Um 2.800 ung úr miðnámsskúlum í Føroyum, Grønlandi og Danmark luttóku í innleiðandi kapping fyri at sleppa við til olympiaduna. Síðan var fjórðingsfinala, hálvfinala og finala, har 4 vórðu úttikin til at umboða Kongaríkið Danmark í OL í landafrøði fyri ung – millum teirra Erlendur.

Hetta er fyrstu ferð, at føroyingur er komin so langt í hesi kappingini. Í fjør eydnaðist Erlendi at koma í finalu umfarið og at verða úttikin til EM í landafrøði fyri ung. Í ár eydnaðist at verða úttikin til bæði EM og OL.

Tað gjørdist ikki til heiðursmerki í Bangkok, men ein stór og góð uppliving, nýggj vinarløg og lærdómur fyri lívið.

Vit ynskja Erlendi hjartaliga til lukku við avrikinum.

Niðanfyri eru nakrar myndir, sum Erlendur tók á túrinum.