Í heyst byrjar eitt nýtt frítíðartilboð fyri børnum í 4. til 6. flokki. Eftir heystfrítíðina og eina ferð um vikuna í sjey vikur fram verður vísindaklubbur á Glasi í evnafrøði. Klubbin verður týsdagar kl. 16:00-17:30. Byrjað verður 21. oktober og endað verður 2. desembur.
Vísindaklubbin er eitt samstarv millum Glasir og Videnskabsklubben í Danmark. Videnskabsklubben hevur nøkur ár á baki sum frítíðarítriv hjá donskum børnum.
Endamálið við vísindaklubbanum er at fremja áhuga og forstáilsi fyri náttúruvísund hjá børnum og ungum við stuttligum, samansjóðandi aktivitetum.
Vísindaklubbin er sum nevnt í fyrstu atløgu í evnafrøði. Klubbin er fyri børn í 4. til 6. flokki, og tað er avmarkað atgongd. Pláss er fyri 12 børnum í klubbanum.
Tilmelding byrjar 31. august. Videnskabsklubben stendur fyri tilmelding og samskifti um hetta. Sí: https://videnskabsklubben.nemtilmeld.dk/series/thorshavn-faeroeerne/
Undirvísarar á vísindaklubbanum á Glasi verða fýra av okkara miðnámsnæmingum. Tey eru frá vinstru á myndini niðanfyri:
- Tóri Zachariasen
- Silja Heinesen
- Sigvaldur Bláberg
- Lucia Sødergren
Hesi 4 fara í næstum á skeið hjá Videnskabsklubben fyri at førleikamenna seg til at leiða vísindaklubban í evnafrøði á Glasi.
Les meira um Videnskabsklubben á videnskabsklubben.dk.
Heinta eisini ein faldara um Vísindaklubban her.
