Í hesum døgum setir Hægri Nám á Glasi skjøtul á lestrarárið 2025-2026.
M.a. er ein nýggjur flokkur byrjaður at lesa fíggjarbúskap tey næstu tey árini. Mánadagin 25. august bjóðaði Finn Jensen, dekanur á Hægri Námi, teimum lesandi vælkomnum.
Komandi ár ber til at søkja inn á byggifrøði (januar), marknaðarførslubúskap, altjóða handil og marknaðarførslu og HD á Hægri Námi Glasir.