Í farnu viku var sveinaroynd á timbur á Glasi. 6 húsasmiðir tóku sveinaroyndini hesu ferð.

Skipað varð fyri hugnaløtu á Glasi fríggjadagin 26. september, har nýklaktu sveinarnir fingu handað skúlaváttan fyri at hava staðið sveinaroynd sum húsasmiðir.

Teir vóru frá vinstru á myndini:

  • Hadi Jóhan á Krákusteini, Eysturlon
  • Jógvan Sveinbjørnsson Poulsen, Timbur- og Snikkaratænastan
  • Kali W. Hansen, Byggivirkið hjá Johan Ejvind Mouritsen
  • Rani Wenningsted Sørensen, JJ Húsasmið
  • Rói Wilhelm Fossabrúgv, Articon

Fríði Sigmundarson Olsen, sum hevur staðið í læru hjá CS-Hús, vantar á myndini.

Niðanfyri eru myndir frá hugnaløtuni, og eisini tá ið Merkið varð vundið á stong.