Lesandi á Hægri Námi í Marknaðarførslubúskapi eru nýliga afturkomin til Føroya eftir eina áhugaverda og læruríka virkisferð til Nashville, USA.
Endamálið við ferðini var at fáa størri innlit í altjóða marknaðarførslu við at vitja útvaldar fyritøkur í Nashville. Tey lesandi greiða soleiðis frá túrinum:
Á teimum ymisku vitjanunum fingu vit høvi til at seta spurningar, og fyritøkurnar vildu fegnar geva víðari av síni vitan og læru. Tað var áhugavert, og vit fingu góðan íblástur til lesnaðin. Tað var spennandi at síggja fyritøkur við framgongd og góðum úrslitum greiða frá teirra marknaðarførslu. Tey vóru sera evnarík og dugdu væl at finna háttir at røkka teirra marknað og altjóða marknaðir.
Tær ymsu virkisvitjaninar løgdu lunnar undir lesnaðin, har marknaðarteoriir og metodir vístu seg í praksis og tað sameindi frálæru og praksis.
Vit vóru kunnaði um veruligar avbjóðingar fyritøkur hava í dag. Eisini var teirra mentan nógv øðrvísi enn okkara. Tey vóru vinarlig og høvdu sera lætt við at greiða frá sínum arbeiði. Tey hildu ikki aftur við at siga frá sínum stóru sigrum innan marknaðarførslu, eins og tey eisini valdu at siga frá tí, sum var minni væl eydnað.
Vit vórðu kveikt við nýhugsan, læru og nógvum nýggjum og spennandi háttum at røkka marknaðin, sum heilt víst kunnu skapa framtíðarmøguleikar her heima.
Ein av okkara uppgávum til virkisætlanarferðina var, at vit skuldu marknaðarføra Føroyar sum land. Hetta avgjørdu vit at gera við at hava eitt tiltak, har vit bjóðaðu leiðarum og marknaðarfólki inn til okkara, har tey kundu royna ymiskt føroyskt, so sum føroyskan laks, hoyra føroyskan tónleik og síggja myndir o.a. úr Føroyum. Hetta var ein sera væleydnaður dagur. Tað gjørdist til góða marknaðarførslu fyri okkara land, ið nógvir amerikanarar ongantíð høvdu hoyrt um.
Lesandi við á túrinum vóru: Adelheid Juul, Rutt Jacobsen, Alexandra Á Bøgarði, Markus Rajani, Ditte Mathilda Joensen, Katrin V. S. Mortensen, Pætur Nolsøe, Jona Sølvia Davidsen, Krista Winther Lognberg.
Lærari í Marknaðarførslubúskapi og samskipari av virkisferðini, Jákup Bech Jensen.
Niðanfyri er nakrar myndir frá virkisferðini.
 
             
         
                     
                                         
                                         
                                         
                                         
             
                                             
                                             
                                             
                                             
                                             
                                             
                                             
                                             
                                             
                                             
                                             
                                             
             
            