Mánadagin 17. november vitjar danski læknin Imran Rashid á Glasi, har hann fer at hava fyrilestur fyri næmingum, lærlingum og lesandi fyrrapartin og fyri almenninginum kl. 19:30 um kvøldið.

Almenni fyrilesturin um kvøldið ber heitið “Skíggjasunn familja”. Imran Rashid hevur granskað í skíggjanýtslu. Í fjør gav hann út bókina “Skærmsund”. Við bókini hevur hann sett sær fyri at hjálpa foreldrum at fáa familjulívið í javnvág aftur.

Fyrilesturin tekur støði í bókini, sum snýr seg um, hvussu familjur fáa eitt sunnari og meira tilvitað tilknýti til skíggjar. Bókin er ein vegleiðing við ítøkiligum amboðum til bæði børn og vaksin. Fyrilesturin er viðkomandi fyri øll – og kanska serliga til foreldur, sum føla seg hava mist tamarhald á støðuni, og sum sakna kvalitetstíðina saman.

Fyri Imran snýr hetta seg ikki um at rita út av øllum sosialum miðlum ella at tveita allar skíggjarnar vekk. Tað snýr seg um at vera meira tilvitandi um tað, ið vit gera.

Fyrilesturin er komin í lag í samstarvi við Betri Trygging og átakið SkíggjaSunn.

Nær: 17. november kl. 19.30
Hvar: Glasir, Atrium
Hvussu: Fyrilesturin er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Pláss er fyri nógvum fólkum í Atrium á Glasi, men ikki óavmarkað. Tí krevst tilmelding á niðanfyri leinki.

https://www.betri.fo/fo/trygging/skiggjasunn/imran-rashid/melda-til-imran-rashid