Í farnu viku hava klædnaatstøðisnæmingarnir á Glasi havt vitjan av miðlagrafikaralesandi frá Arhus Gymnasium. Hetta var eitt tvørfakligt og kreativt samstarv, har næmingarnir fingu til uppgávu at arbeiða saman um eina verkætlan innan móta og filmsheimin.
Tá vikan var liðug, varð alt tilfarið samlað til eina felags framløgu.
Eisini var rúm fyri eini lítlari útferð, var vit fingu víst donsku gestunum føroyskan dans, føroyskan mat og okkara nattúru.
Tað er hugtakandi at síggja, hvussu væl næmingarnir duga at samstarva tvørtur um mál og lærugreinir.