Á Markleysari Útbúgving í Norðurlandahúsinum í hesi vikuni gjørdi Hægri Nám á Glasi árligu kanningina millum miðnámsskúlanæmingar á seinasta ári, hvar tey ætla sær at lesa víðari.
Yvir 500 næmingar ganga á seinasta ári á miðnámi, og 236 svaraðu spurninginum.
Spurd, ”Hvar ynskir tú at taka tína útbúgving?”, svaraðu 16 prosent Føroyar. Eitt prosent av teimum, sum svaraðu í árganginum, ætlar sær ikki nakra hægri útbúgving. Restin, 83 prosent, ætla sær av landinum. Nógv tey flestu, 68 prosent, til Danmarkar.
Tølini eru verri, enn tey nakrantíð hava verið. Til samanberingar svaraðu 40 prosent í 2017, at tey vildu lesa víðari í Føroyum og 36 prosent í Danmark.
– Tølini eru so álvarsom, at vit áttu at kanna orsøkirnar nærri til, at øll ynskja at flyta av landinum og serliga til Danmark. Tað vísir seg, at øll ynskja at flyta uttan mun til, hvørja útbúgving tey vilja taka, og nær tey ætla at taka hana. Tað bendir á, at fólk meira hugsa um at sleppa burtur, enn hvat tey ætla sær at læra og nær, sigur Finn Jensen, dekanur á Hægri Námi á Glasi.
Til ber at venda sær til Finn Jensen á Hægri Námi á Glasi fyri at fáa fleiri upplýsingar og úrslit úr kanningini.