Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum til 1. desembur í ár, vitjaði 25. november á Glasi.

Gigni hevði boðið landsstýrismanninum at luttaka í eini seksualkunning kunning í einum flokki á Glasi.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, tók í byrjanini av landsstýrisskeiðinum avgerð um at styrkja seksualkunningina til tey ungu, sum nógv søgdu var ov vánalig.

Í samráð við Gigni var avgjørt at fara undir eina nýggja skipan, har heilsufrøðingar stóðu fyri kunningini í øllum miðnámsskúlum í landinum.

Landsstýrismaðurin nýtti eisini høvi at heilsa upp á næmingar og starvsfólk á klædnaatstøðiútbúgvingini, sum var so nógv umrøtt herfyri. Her royndi hann m.a. sínar førleikar á eini seymimaskuni.

Landsstýrismaðurin vitjaði somuleiðis tilvirki og hárbreytina. Niðanfyri eru nakrar myndir frá vitjanini.