Hósdagin 4. desembur var hugnaløta á timbur í sambandi við, at 6 lærlingar vóru lidnir við sveinastykkið hjá sær.
Um morgunin varð Merkið vundið á stong. Seinni um dagin var nógv fólk komið saman at heilsa uppá.
Tey, ið stóðu sveinroynd hesu ferð, vóru frá vinstu í myndini omanfyri:
- Bjarki Rúnason, Búsetur Sp/f
- Mariann Jacobsen, HVT Sp/f
- Markus Nordendal, Búsetur Sp/f
- Martin Kruse Sørensen, HK Verk
- Samson Lið Gaardlykke, J&K Petersen
- Tóti Johannesen, Hamar Sp/f
Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku.







