353 fólk byrjaðu í 2025 í læru. Hetta vísa nýggj tøl frá Yrkisdeplinum. Tað er 55% av einum miðal føroyskum árgangi seinastu 20 árini.

Gongdin er ein lítil minking í mun til árini frammanundan ár. Sæð yvir eitt longri áramál hevur tilgongdin til yrkisútbúgvingarnar tó leingi verið rættiliga høg og vaksandi, og hevur seinastu 20 árini ligið um 50% av einum miðal føroyskum árgangi.

Tey 353 fólkini, sum byrjaðu í læru í 2025, læra innan 42 ymiskar útbúgvingar. Verða allir virknir lærlingar taldir við, vóru í 2025 yvir 1.250 fólk í holtur við at taka 66 ymiskar yrkisútbúgvingar í Føroyum.

Aldurin á nýggju lærlingunum í 2025 lá millum 15 og 54 ár. Miðalaldurin var 21,8 ár.

Les meira um hagtølini her: https://www.yrkisdepilin.fo/yrkisutbugvingarnar-vael-umtoktar