Støddfrøðikappingin Georg Mohr, har miðnámsnæmingar úr øllum ríkinum kappast í støddfrøði, er um hesa tíðina.

Næmingar á Glasi luttaka á hvørjum ári og hesu ferð fingu 19 næmingar diplom fyri gott avrík í 1. umfari av kappingini.

16 av hesum 19 luttóku í 2. umfari av kappingini, sum er ein 4 tíma roynd, har næmingar skulu vísa á, hvussu teir hugsa seg fram til loysnir til støddfrøðiligar spurdómar. Næmingarnar fáa svar uppá hetta umfar fyrst í komandi mánaði.

Eini 50 teir bestu næmingarnir í ríkinum sleppa við á eitt vinnaraseminar í Danmark.

A.f.v.:

  • Mikal Takahiro á Geilini Asano
  • Andreas Sander Dahlin
  • Jón Kárason Nilssen
  • Óli Magnus Langgaard
  • Hjalti Steintún Gaard
  • Hugin Egholm
  • Tóri Zachariasen
  • Franciszek Bartlomiej Majewski
  • Óli Mikkelsen

F.f.v.:

  • Alexander Klevang Eikhólm
  • Herbert Holm Johannessen
  • Jóhan Hendrik Lamain í Horni
  • Lucia Sødergren
  • Silja Falch Heinesen
  • Noah Bech

Vanta á myndini:

  • Marius Danielsen
  • Theodor Mellemgaard
  • Poulina Bjarnastein Restorff
  • Kristin Johannesen