Tey, sum nú skulu velja útbúgving eftir fólkaskúla, kunnu mánadagin 23. februar hoyra nærri um útbúgvingarmøguleikarnar á Glasi.

Tá verður skipað fyri kunningarkvøldi á skúlanum frá kl. 19 til 21, har kunnað verður um breytir og leiðir á gymnasialum miðnámi og yrkisnámi.

Greitt verður frá skúlagongdini á Glasi. Næmingatænastan og lestrarvegleiðingin verður til staðar at svara spurningum. Eisini verða innsløg og ein kaffimuður at fáa.

Møguleiki verður at vitja runt á skúlanum, t.d. á verkstøðunum á Glasi.

Skrá:

Kl. 19:00 – 19:30 Kunning og innsløg í Atrium

Kl. 19:30 – 19:45 Kaffisteðgur í kantinuni

Kl. 19:45 – 20:15 Fyrsta runda (fólk kunnu fara runt í bygninginum, at kunna seg um ymiskar útbúgvingarmøguleikar)

Kl. 20:15 – 20:30 Kaffisteðgur í kantinuni

Kl. 20:30 – 21:00 Onnur runda (fólk kunnu fara runt í bygninginum, at kunna seg um ymiskar útbúgvingarmøguleikar)

Vælkomin til kunningarkvøld á Glasi.