Tað hevur gingið avbera væl hjá Glasir næmingum hetta kappingarárið í Georg Mohr støddfrøðikappingini.

40 næmingar á Glasi hava luttikið í kappingini, harav 19 fingu diplom fyri gott avrik. Út av hesum 19 hava 4 nú fingið diplom fyri at hava klárað seg serliga væl. Nú skulu tríggir teirra til vinnaraseminar í Sorø seinni í hesum mánaðinum saman við 80 øðrum næmingum í danska kongaríkinum.

Eitt avbera flott úrslit, sum varð markerað við samkomu í bókasavninum á Glasi mikudagin 18. februar. Gunnar Restorff, sum hevur verið við til at samskipað kappingina á Glasi, bjóðaði vælkomin og greiddi frá um kappingina. Una Joensen, rektari, handaði teimum 4 diplomini.

Teir 4 diplomvinnararnir eru frá vinstru á myndini omanfyri:

  • Alexander Klevang Eikhólm, úr 25x
  • Jóhan Hendrik Lamain í Horni, úr 24ø
  • Herbert Holm Johannessen, úr 25x
  • Marius Danielsen, úr 22g

Tríggir teir fyrstu fara niður á vinnaraseminar í Sorø.

Umframt at stuttleika sær og venja uppgávur, so er vinnaraseminarið ein tilgongd at velja umboð til m.a. norðurlendska meistaraheitini í støddfrøði og seinni altjóða støddfrøði olympiaduna, sum verður í Kina í juli mánaði.

Georg Mohr kappingin byrjaði í 1991. Glasir var við á fyrsta sinni í 1995, sum var táverandi studentaskúlin í Hoydølum.