So var úrslitið av fyrstu av trimum veljarakanningum á Glasi tøkt. Tað vóru 242 næmingar, ið tóku lut í fyrstu kanningini, og vísir hon, at Tjóðveldi hevur størstu undirtøku millum tey lesandi á Glasi.

242 næmingar tóku lut í veljarakanningini, 67% av teimum hava ongantíð valt til eitt løgtingsval fyrr. Einans 21% av næmingunum hava ikki valrætt. 71% av næmingunum ætla sær at velja til løgtingsvalið 26. mars 2026.

Kanningin vísir, at Tjóðveldi hevur størstu undirtøku millum næmingarnar á Glasi í dag, tí um val var í dag, so hevði Tjóðveldi fingið 30% av atkvøðunum hjá næmingunum á Glasi. Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava næststørstu undirtøku við 21% av atkvøðunum hvør, ímeðan Javnaðarflokkurin hevur triðstørstu undirtøku við 18% av atkvøðunum.

Kanningin vísir, at tey politisku evnini, ið hava størstan týdning fyri næmingarnar, tá krossurin skal setast, eru bústaðarpolitikkur og búskaparpolitikkur umframt vælferð og etisk mál.  

Tað eru samfelagsfrøðilærarar á Glasi, sum standa fyri veljarakanningini, og eru teir væl nøgdir við luttøkuna av kanningini. Endamálið við veljarakanningini er at vita, hvønn flokk og hvørji politisk evni næmingar velja og raðfesta, og um hesi val broytast undir og eftir valstríðnum. Kanningin er ætlað at brúka í undirvísingini.

Hetta er fyrsta av trimum veljarakanningum, ið verða gjørdar á Glasi í sambandi við løgtingsvalið 26. mars 2026. Næsta veljarakanningin verður gjørd 13. mars 2026.

Úrslitið av veljarakanningini 6. mars sæst niðanfyri.