So var úrslitið av veljarakanningini um fólkatingsvalið á Glasi tøkt. Tað vóru 172 næmingar, ið tóku lut í kanningini, og vísir hon, at flestu næmingar ikki vita, hvønn tey skulu velja til fólkatingsvalið 24. mars 2026.
172 næmingar tóku lut í veljarakanningini, 69% av teimum hava ongantíð valt til eitt fólkatingsval fyrr. Einans 18% av næmingunum hava ikki valrætt. 66% av næmingunum ætla sær at velja til fólkatingsvalið 24. mars 2026.
Kanningin vísir, at heili 28% av næmingunum vita ikki, hvønn flokk, tey høvdu valt, um tey skuldu valt í dag. Kanningin vísir eisini, at tað er tætt ímillum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin, tí tað eru bara tríggjar atkvøður á muni millum hvønn flokkin. 20% av næmingunum siga, at tey høvdu sett krossin vil Javnaðarflokkin, um tey skuldu valt í dag. 18% av næmingunum høvdu valt Sambandsflokkin og 16% høvdu valt Fólkaflokkin, um tey skuldu valt í dag.
Kanningin vísir greitt, at fólkatingsval eru ikki eins týðandi fyri næmingar sum løgtingsval, tí heili 74% av næmingunum svaraðu nei til spurningin, um hvørt fólkatingsval eru líka týðandi fyri tey sum løgtingsval. Áhugavert er at leggja til merkis, at hóast fólkatingsval ikki er eins týðandi fyri næmingar sum løgtingsval, so svara 66% av næmingunum, at tey ætla sær at velja til fólkatingsvalið 24. mars 2026. Um vit samanbera við veljarakanningina um løgtingsvalið, ið varð gjørd 6. mars, svaraðu 71% av næmingunum, at tey ætlaðu sær at velja til løgtingsvalið 26. mars 2026. Hóast úrslitini eru ymisk, so kunnu tey geva okkum ábendingar um, at fólkaræði er týðandi fyri næmingar á Glasi, hóast fólkatingsval ikki eru eins týðandi fyri tey, sum løgtingsval eru.
Tað eru samfelagsfrøðilærarar á Glasi, sum standa fyri veljarakanningini, og eru tey nøgd við luttøkuna av kanningini, hóast tey høvdu ynskt, at eins nógv svaraðu hesi veljarakanning sum veljarakanningini um løgtingsvalið 6. mars 2026. Ein orsøk til lægri undirtøku til hesa veljarakanning kann sannlíkt vera, at næmingar eru til várroynd hesa viku. Endamálið við veljarakanningini er at vita, hvønn flokk, næmingar velja til fólkatingsvalið, og hvussu undirtøkan fyri fólkatingsval er í mun til løgtingsval. Kanningin er ætlað at brúka í undirvísingini.
Úrslitið av veljarakanningini sæst niðanfyri.









