Í sambandi við løgtingsvalið 2026 var valfundur á Glasi mánadagin 23. mars, sum undirvísarar í samfelagsfrøði høvdu skipað fyri.

Tvey evni vóru á skránni: (a) Lestraríbúðir og lestrarumhvørvi og (b) Ungdómsvinarligur búskapur.

Pallborðskjakið varð skipað í tveimum umførum við tveimum umboðum frá hvørjum flokki; eitt umboð til hvørt umfar. Orðstýrari var Rógvi Olavson.

Bæði áðrenn og eftir valfundin høvdu flokkarnir sett básar upp, sum næmingar, lærlingar og lesandi vitjaðu dúliga.

Rættiligur valstemningur var í luftini bæði á hesum valtorgi og í Atrium á valfundinum.

Niðanfyri eru nakrar myndir og eitt videbrot frá degnum.

Video

Myndir