Hevur tú eginleikar at kveikja forvitni og stimbra læring hjá næmingum og lesandi á Glasi? Og hevur tú áhuga, saman við tínum starvsfeløgum, at menna lestrarumhvørvið, lærugreinarnar og útbúgvingarnar? So vóna vit, at tú søkir starv sum undirvísari á Glasi.
Á Glasi eru áleið 1.700 næmingar, lærlingar og lesandi, og her starvast um 250 starvsfólk. Til komandi skúlaár 2026/2027 søkja vit eftir undirvísarum til gymnasialt miðnám, yrkisnám, hægri nám, serbreyt og føroyskt sum annaðmál.
Á gymnasialum miðnámi søkja vit eftir undirvísarum til hesar lærugreinar:
| Alisfrøði Altjóða búskapur Danskt Dekoratión Enskt Evnafrøði Fígging Forritan Fotografi Føroyskt | Heimspeki Innovatión Ítróttur Kunningarfrøði Kunningartøkni Landafrøði Lívfrøði Miðlakunnleiki Myndlist Religión | Samfelagsfrøði Sálarfrøði Spanskt Stjørnufrøði Støddfrøði Søga Sølubúskapur Tónleikur Vinnurættur Virkisbúskapur |
Á yrkisnámi søkja vit eftir undirvísarum til hesar útbúgvingar:
- Húsasmiður
- Bilsmiður
Á hægri námi søkja vit eftir undirvísarum til hesar útbúgvingar:
- Altjóða Handil og Marknaðarføring
- Marknaðarførslubúskapur
Vit søkja eftir undirvísarum til serbreytina.
Vit søkja eftir undirvísarum til føroyskt sum annaðmál.
KUNNING
Tú er vælkomin at trýsta á leinkini og lesa nærri um útbúgvingar og lærugreinar ella umvegis glasir.fo/utbugvingar og glasir.fo/laerugreinar.
FØRLEIKAR
Sum undirvísari á gymnasialum miðnámiskalt tú hava akademiskt kandidatprógv, master ella aðra hægri útbúgving, sum gevur førleikar at undirvísa í einari ella fleiri lærugreinum á miðnámsstigi. Námsfrøðilig útbúgving til miðnám ella líknandi, kann vera ein fyrimunur. Somuleiðis kunnu viðkomandi starvsroyndir ella viðkomandi eftirútbúgving vera fyrimunir. Hugt verður eisini eftir lærugreinasamanseting, tá mett verður um umsóknirnar.
Sum undirvísari á yrkisnámi skalt tú hava sveinabræv innan økið. Tað kann vera ein fyrimunur at hava aðrar viðkomandi útbúgvingar og royndir. Í ávísum førum kann hægri útbúgving verða ein fyrimunur. Hugt verður eisini eftir lærugreinasamanseting, tá mett verður um umsóknirnar.
Sum undirvísari á hægri námi skalt tú hava viðkomandi hægri útbúgving. Tað kann vera ein fyrimunur at hava viðkomandi starvs- og/ella undirvísingarroyndir. Hugt verður eisini eftir lærugreinasamanseting, tá mett verður um umsóknirnar.
Harnæst eru førleikakrøvini ymisk í ymsu lærugreinunum ella útbúgvingunum:
- Altjóða Handil og Marknaðarføring og Marknaðarførslubúskapur:
Førleikar at undirvísa í vinnubúskapi, marknaðarførslu, samskifti og organisatión, umframt góð evni at arbeiða í tvørfakligum toymi.
Sum undirvísari á serbreytini skalt tú hava námsfrøðiliga útbúgving – eitt nú útbúgving sum lærari, námsfrøðingur ella aðra viðkomandi hægri útbúgving. Starvsroyndir á serøkinum og/ella hóskandi yrkisfakligir førleikar, kunnu vera ein fyrimunur. Tá mett verður um umsóknirnar, verður eisini hugt eftir samansetingini av førleikum í undirvísingartoyminum, í mun til tørvin hjá næmingunum.
Sum undirvísari í føroyskum sum annaðmál er neyðugt, at tú hevur diplomútbúgving í føroyskum sum annaðmál ella í annaðmálsundirvísing. Um eingin umsøkjari lýkur hesi krøv, kann annar umsøkjari, sum hevur viðkomandi starvsroyndir ella útbúgving í máli, verða sett/ur. Tann, ið verður sett/ur í starvið, skal vera sinnað/ur at fáa sær útbúgving í annaðmálsundirvísing.
UMSØKJARAR
Sum undirvísari á Glasi, verður tú virkin partur at útbúgva og búgva næmingar, lærlingar og lesandi. Vit vænta at:
- tú miðlar undirvísingina á kveikjandi hátt
- tað fellur tær lætt at knýta samband við næmingarnar og/ella tey lesandi
- tú stuðlar góða felagsskapinum og samstarvinum á skúlanum, og ert virkin partur av m.a. flokstoyminum og fakbólkum
- tú hevur hug, í tøttum samstarvi við starvsfelagar og næmingar, at menna eitt spennandi námsfrøðiligt, lærings- og lestrarumhvørvi
SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið, við starvsbyrjan 1. august 2026. Starvsstaðurin er á Glasi.
Undirvísingin í føroyskum sum annaðmál verður skipað sum dag- og kvøldundirvísing, og verður hetta avtalað nærri eftir setan.
Størvini kunnu verða sett sum føst størv, ársvikariat ella tímalærarastørv.
SOLEIÐIS SØKIR TÚ
Umsóknir, prógv og CV v.m. verður sent umvegis talgilda umsóknarskjalið á starv.glasir.fo.
Ynskir tú at vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Evu Hjelm Aanesen, HR, menning og samskifti, umvegis eva@glasir.fo ella 277096.
Søkt verður eftir undirvísarum við støði í væntaðum virksemi komandi skúlaár.
Tað merkir, at tað ikki er vist, at undirvísarar verða settir í øllum lærugreinum og útbúgvingum, sum lýstar eru omanfyri.
FREISTIN AT SØKJA ER SUNNUDAGIN 19. APRÍL 2026