Í summar flytur Glasir sítt KT-kervi yvir á Skúlanet. Hetta merkir m.a., at allir næminga-brúkarar á Glasi í summarfrítíðini verða fluttir yvir á ein nýggjan servara.
Fyri at tryggja, at tykkara skjøl trygt verða flutt saman við brúkaranum er neyðugt, at tit eru ritaði inn á Microsoft-skipanir við røttum skúlabrúkara. Um hetta ikki verður gjørt er vandi fyri, at Microsoft-skjøl verða mist.
Er tað so, at tit bert brúka Microsoft-skipanir í browsaranum umvegis glasir.fo, so nýtast tit einki at gera.
Tit, sum hava Microsoft-skipanir á telduni, skulu opna allar Microsoft-skipanir, sum tit brúka (OneDrive, OneNote, Word, Excel, PowerPoint og/ella Outlook) og tryggja, at hesar skipanir ritaðar inn við tínum Glasir-brúkara t.d. mj3108f7@glasir.fo. Hettar gera tit við at trýsta á innritanar-bobluna (Windows: uppi í høgra horni, Apple: uppi í vinstra horni). Sí hjáløgdu myndir.
Ein undirvísingartími verður lagdur av til at gera hettar í dag, har tvey næmingaumboð verða til staðar í hvørjari stovu at hjálpa. Um tit hava spurningar ella tørv á hjálp, eru eisini umboð frá Skúlanet klár at hjálpa í forhøllini hendan tíman.