Eivør hevur júst givið út eitt nýtt stak- og sjónbandalag. “Healer” er heitið á lagnum.
Sjónbandalagið er fyri stóran part upptikið á Glasi. Allar innanduramyndir vórðu fyrr í ár gjørdar í Marghøllini á Glasi, sum m.a. hýsir leiklist. Uttanduramyndirnar eru úr Viðalundini í Havn.
Katrin Joensen-Næs hevur leikstjórnað, meðan Maibritt Marjunardóttir hevur skapt pallmynd og búnar til sjónbandalagið. Føroyska filmstoymið Outlier Projects hevur tikið upp.
Til ber at síggja nýggja staklagið her.
Ein longri grein um sjónbandalagið er á KVF, har Eivør greiðir frá um nýggja sjónbandalagið og framleiðsluna av tí.