Seinasti skúladagur á gymnasialum miðnámi er fríggjadagin 15. mai. Siðvenja er, at endaflokkar á GM finna sær eitt klædnatema, hesar seinastu undirvísingardagarnar.
Á Glasi hava vit í hesi vikuni sæð næmingar í summarbúnum, í hawaiklæðum, ein Michael Jackson klón og ein ørgrynna av sombum.
Næmingarnir í 23k hava tó tikið útklæðingina á eitt heilt egið støði. Tey møttu upp til brúdleyp í føroyskum klæðum og klædningi. Tey høvdu eisini valt eitt brúðarpar, og ein skuldi vera prestur. Hesin seinni var tó ikki møttur, og lenaði seg upp at fráveru, tá myndamaðurin var framvið morgunmatarborðið hjá 23k.




