Mikudagin 10. juni verður kunningarkvøld á Glasi fyri komandi næmingar, lærlingar og avvarðandi.
Endamálið við kunningarkvøldinum er, at allir nýggir næmingar fáa eina góða skúlabyrjan, og tí verður viðkomandi kunning av ymiskum slagi.
Rektarin fer at greiða frá gerðandisdegnum á Glasi og Næmingatænastan fer at fortelja, hvussu tað er at ganga á Glasi.
Vit bjóða kaffi og køku og høvi verður at ganga runt í bygninginum og síggja skúlan.
Vælkomin á Glasir mikudagin 10. juni kl. 19.00.